Samir Nasri hevur í seinasu útivið 10 árini spælt í ensku Premier League, men nú er hann farin víðari á yrkisleiðini. Tað er nú fyrrverandi felag hansara, Manchester City, sum ber tey tíðindini.
Manchester City boðar nevniliga í dag frá, at Nasri er seldur til turkiska felagið Antalyaspor, har hann hevur fingið ein tvey ára sáttmála og gerst liðfelagi við eitt nú Samuel Eto'o og Jérémy Ménez.
Antalyaspor bleiv í fjør nummar fimm í bestu turkisku deildini, men er komið heldur illa frá byrjan í ár, har teir eftir tveir teir fyrstu dystirnar einans hava fingið eitt stig.
30 ára gamli Samir Nasri er uppvaksin í Marseille, men skifti í 2008 til Arsenal. Í 2011 gekk leiðin víðari til Manchester City, har hann var við til at vinna tvey meistaraheiti.