Tá presturin fekk at vita, hvussu vorðið var, bjóðaði hann sjómanninum at fáa loyvi til at seta sín pappageyk í búrið saman við hansara, tí so kundi hann leggja banniorðini av og fara at lýsa vælsignilsir. Men hvat hendi? Eftir fáum døgum bannaðu báðar líka illa. Hetta rann mær í hug, nú eg skrivi - og havi skrivað - um tað ólukkuligu høgrasnaringina, sum serliga Javnaðarflokkurin hevur verið fyri, eftir at hava verið í fólkaflokspappageykabúrinum í nøkur ár. Onkur vælsignilsir flóta - sum valagn - enn út gjøgnum munnin á javnaðarmonnunum, men tá munurin millum praktiskan politikk millum nevndu báar flokkar skal síggjast, tá mugu bæði sjóneykur og specialkirugar til fyri at hóma frábrigdi. Teir eru vorðnir eins og siamesiskir tvíburðar, og tessvegna er neyðugt at taka eina uppgerð við teir, ið svikið hava, og at seta neyðugar kirugar at operera teir frá hvørjum øðrum, soleiðis at Javnaðarflokkurin aftur finnur sítt upprunaliga støðið. Og eins og burturvilsti sonurin, sum eisini var farin av leið og var endaður millum svínini, gekk í seg sjálvan og vendi heim aftur, tí tá vil eisini stórt gildi verða hildið millum tey mongu, ið svikin hava verið og enn eru, um teir burturvilstu koma heimaftur og fara til verka fjøldini at frama.
Spurningurin er um virðir. Ikki um eyðræning av fólkinum, sum vit hava sæð tey mongu síðstu árini, og sum hevur koyrt allan Heimin av sporinium og fólkið í armóð og arbeiðsloysi. Helararnir eru sjálvandi líka sekir, sum rænararnir. Og Javnaðarflokkurin varð hvørki stovnaður fyri at vera rænari ella helari, men verja hjá vanliga fólkinum, serliga teimum veiku og teimum, ið liva á lívsins skuggasíðu. Hetta má aftur í hásæti og boyggjast í lýsandi neon, so ein og hvør kann síggja gamla stavnhaldið, sum tá aftur er vorðið nýtt. Fólkapensiónin - sum var og er ein av teim stóru varðunum í Javnaðarfloksins søgu - stendur nú fyri skotum. So um tit ikki kunnu koma til fornuft - hvat Guð má forbjóða - so skjóti eg hervið upp, at tit lóggeva pensiónsaldurin frá 67 til 90 ár, tí so hava tit loyst tykkara stóra borgarliga pensiónstrupulleika, og fólkið kann so við eitt komandi val sleppa av við tykkum sum trupulleika og kann síðani stovna nýggja verju.
Tí øll kunnu lata seg keypa. Bárður hevði sitið sum løgmaður í dag, um hann ikki hevði latið seg keypa. So tað eru ikki bert javnaðarmenn, sum eru til sølu, tíðanverri.
Men har eru hóast alt fleiri men.
Midas kongur ynskti, at hann kundi fáa ta megi, at alt, hann rørdi við, bleiv til gull, og hann fekk hesa megi. Men eftir at hava rørt við blómurnar og síðani sína elskaða dóttur, sá hann tær ræðuligi avleiðingarnar, tað fekk. Blómurnar og dótturin høvdu lívsins virðir. Gullið var deytt.
Ein onnur søga sigur um skip, ið lendi á oydnari oyggj langt burturi frá øllum. Manningin fór í land, og teir funnu skjótt út av, at ovmikið av gulli kundi gravast úr jørðini, og teir gróvu og gróvu og gróvu, so gulldungarnir vuksu. Men veturin kom, og tá komu teir eftir, at teir høvdu forsømt at velta jørðina og skaffa vetrarføði, og sostatt lótu teir lív í gulldungunum.
Og hóast tað verður sungið: Vit á gullgøtum...............................sum um..........................
Góðu javnaðarfólk! Valið stendur ímillum at halda áfram sum narrar í stríðnum fyri einum fólkafloksparadísi ella at gerast socialistiskir stríðsmenn í einum góðum demokratiskum Føroyum við frælsi, javna og brøðralagi. Velja tit tað síðstnevnda, so eru mong at samstarva og gera stjórn saman við í fleiri av hinum flokkunum. Tí nóg onnur í øðrum flokkum vilja eisini eitt GOTT DEMOKRATISK FØROYAR við frælsi, javna og brøðralagi. Sjálvandi.










