Nanna kennir seg misnýtta

Danmark: Det Konservative Folkeparti nýtti eina umskrivaða útgávu av sanginum Afrika, sum Nanna Lüders skrivaði, tá flokkurin hevði landsfund um vikuskiftið, og Nanna er alt annað enn glað fyri hetta.

Síðani landsfundin um vikuskiftið, hava filmklipp ligið á netinum, har floksins fremstu framføra nýggju útgávuna av sanginum á palli.

Sangin Afrika skrivaði Nanna sum stuðulssang í 1985, og hon savnaði oddafólkini í donskum tónleiki at syngja sangin. Nanna er nú í samráð við Reyða Kross, Danmark, um hvat víðari skal henda í málinum, skrivar ww.gaffa.dk.

Við Ekstrablaðið sigur Nanna m.a., at hon kennir seg misnýtta og at hon persónliga hevur kenslur viðvíkjandi hesum málinum, og at hetta ikki bert er misnýtsla av einum sangi, men eisini av einum álvarsligum trupulleika, tí talan er um stuðulssang til frama fyri Afrika, og tí flytir hetta mørk.

Filmklipp av hesum hevur verið at sæð á heimasíðuni hjá Ekstrablaðnum, men flokkurin hevur heitt á blaðið um ikki at vísa hetta. Klippið eru burtur, men hetta er fyri at taka hædd fyri børnum í Afrika, sigur blaðið. Klippið sæst tó enn á youtube, sigst.

Tað eru tvær vikur síðani, at trupulleikar av sama slag vóru í Danmark, tí tá nýtti Dansk Folkeparti umskrivaða útgávu av ABBA sanginum Mamma Mia, og hetta fall ikki í góða jørð hjá limunum í ABBA.