Tríggir dystir vóru í Premier League í kvøld. Á Old Trafford tók Manchester United móti Stoke. Heimaliðið var uttan framherjan, Wayne Rooney, sum er skaddur. Í hansara stað hevði Sir Alex Ferguson valt 22-ára gamla framherjan úr Meksiko, Javier Hernandez, eisini kallaður Chicharito.
Tað var eisini hann, ið legði Manchester United á odda um miðjan fyrra hálvleik. Nani sendi innfyri úr høgru og frammanfyri málinum var Javier Hernandez fyrstur á og skoraði hegnisliga.
Í seinna hálvleiki kom Stoke væl við. Bestu løtuna høvdu teir í byrjanini av seinna hálvleiki. Tað gingu bara fimm minuttir, tá Dean Whitehead stútaði eitt innlegg úr vinstru í mál. Eftir hetta legði Manchester United meiri trýst á Stoke og lønin kom longu tólv minuttir seinni. Nani smekkaði til uttanfyri brotsteigin og so var United aftur á odda. Hesa ferð megnaði Stoke ikki at svara aftur.
Manchester United liggur nú trý stig fremst og hevur ein dyst til góðar í mun til Manchester City, ið liggur teimum næst. Arsenal hevur á triðja plassi fimm stig færri enn Manchester United, men fyri somu nøgd av dystum. Arsenal og Manchester City møtast í annaðkvøld.
Premier League úrslit í dag:
Manchester United ? Stoke 2-1
Fulham ? WBA 3-0
Blackpool ? Birmingham 1-2









