Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Eitt par kemur inn at landa mánadagin, og nøkur pør koma seinni í vikuni. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá partrolarunum framvegis er smáligur.
- Eitt par er vesturi á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Skipini koma helst inn at landa miðskeiðis í vikuni sum kemur.
Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa, og ein fiskar mest svartkalva. Væntandi koma teir inn at landa miðskeiðis í vikuni.
- Ein djúpvatnstrolari er í beinleiðis veiði eftir stinglaksi, og ein fiskar svartkalva og frystir fiskin umborð.
Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, vóru fýra trolbátar norðan fyri og fiskaðu. Teir fáa mest av toski og nakað av hýsu, reyðsprøku og tungu.
- Væntandi landa tríggir trolbátar mánadagin og so tann fjóðri seinni í vikuni. Helst fer onkur eisini út um vikusskiftið, verður lagt aftrat.