Í skrivandi stund siti eg í Keypmannahavn í ársins fyrsta sóldegi, og nú eru summarklæðini komin fram. Men saman við shortsunum kemur eisini óttin. Óttin fyri at ikki passa inn. Óttin fyri at vera kiksað, ljót ella fyri at vera avdúkað fyri tað man er - ein kvinna, sum ikki líkist modellunum á forsíðunum.
"Mær dámar nógv betri veturin, tí tá kann man lata seg væl í uttan tað er løgið", segði ein vinkona mín í dag. Hon helt fyri, at við sólini kemur eisini tørvurin á at lata seg úr. Vísa seg fram, og harvið missa møguleikan fyri at goyma seg. Allar sótu vit og nikkaðu við, og kendu væl til trupulleikan við tí fyrsta sóldegnum.
Hendan vinkonan er í mínum eygum ógvuliga vøkur. Hon er tað, sum aðrar kvinnur vilja vera. Men í hennara egnu eygum er hon alt ov kiksað til at lata seg í shorts.
Løgið, hugsaði eg. Hvør hevur í veruleikanum tikið tað avgerð, at appelsinhúð ella kritahvít bein er nakað ljótt, nakað kiksað, nakað, sum skal goymast burtur?
Í Kuba eru kvinnurnar rundar, stórar, klænar, lítlar, ja í veruleikanum í øllum støddum, og tær vera allar virdar og sæddar sum vakrar. Her í Danmark og í Føroyum skulu vit helst hava eitt nøkunlunda BMI tal; vit skulu venja, so búkurin og lørini eru í form; vit skulu ongantíð vera heilt hvítar (heldur ikki í mai?), og vit skulu undir øllum umstøðum ikki hava appelsinhúð.
Eg hugdi rundan um meg í Keypmannahavn í dag, og eg sá ikki eina kvinnu, sum var eins og hinar. Allar vóru tær serstakar á hvør sín hátt. Summar við stórum bróstum, summar minni. Summar væl vandar, aðrar eitt sindur leysar. Summar við appelsinhúð, og aðrar við strekkmerkjum. Ja, allar høvdu tær okkurt, sum ikki passaði inn í tað perfektu myndina, sum onkur hevur uppstillað til okkum.
Men hvør er tað so, sum hevur bestemmað, at hesi tingini ikki er nóg góð? Hví eru vit ikki sum kvinnurnar í Kuba, og bara góðtaka okkum júst sum vit eru?
Ja, tað kann allarhelst skrivast ein heil PHD ritgerð um hetta evnið, men eg haldi, at veruleikin er sera einfaldur.
Eingin varnast mínar feilir, um eg ikki sjálv varnist teir. Tað er eingin universell lóg sum sigur, at strekkmerkir, heingiboppir ella appelsinhúð er av tí ringa - tað er bara nakað, sum vit sjálvar halda og tí útstrála til øllum rundan um okkum.
Tí má niðurstøðan vera tann, at vit skulu læra okkum at ikki bara góðtaka okkum sjálvar, men at dyrka tað! Dyrka appelsinhúðina, tey leysu lørini, tað hvítu húðina og tann ótrimmaða búkin, og síðani signalera til øll rundan um okkum, at tað er okey at vera kvinna.