Eitt nú er mynd av rapparanum Tupac Shakur í bað, Eminem naknum við eini dynamitstong, Lil Kim naknari við lættari bodypanting. Eisini er ein toppleys mynd av Paris Hilton, og ein av Pamelu Andersson bert í høghalaðum skóm og stjørnuklistrimerkjum.
Tað er útgávufelagið Tashcen Books, ið gevur bókina út, og hon fæst á heimasíðuni hjá Taschen, taschen.com. Bókin vísir 696 síðir av nøkrum av tí besta, ið LaChapelle hevur gjørt í sínum virki sum myndamaður, umframt omanfyri nevndu myndir eru myndir av fólki sum Madonnu, Amandu Lepore, Philip Johnson, Lance Armstrong, Umu Thurman, Elizabeth Taylor, David Beckham, Leonardo DiCaprio, Hillary Clinton, Muhammad Ali, og Britney Spears.










