Nakin linjuverji fekk leikbann

Altjóða fótbóltssambandið FIFA vil ikki finna seg í, at brasilski hjálpardómarin Ana Paula Oliveira hevur latið seg avmyndað í lítlum og ongum klæðum í brasilsku útgávuni av Playboy. FIFA hevur viðgjørt málið og givið Ana Paula eitt ára leikbann frá allari døming. Ana Paula hevur dømt týðandi dystir bæði heima í Brasil og í altjóða kappingum, men vakri hjálpardómarin fær onga uppgávu frá FIFA ella brasilska fótbóltssambandinum næsta árið.