Miðalbrúkaraprístalið hækkaði 2,1 prosent í 2012, og tað var heldur minni enn í 2011, tá vøksturin var 2,3 prosent. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
Hagstovan sigur, at fyrsta arsfjórðing í fjør vaks brúkaraprístalið 1,7 prosent. Hinar ársfjórðingarnar í var árligi prísvøksturin millum 2,2 og 2,4 prosent. Í miðal er brúkaraprístalið farið 2,1 prosent upp í 2012. Hetta er nakað minni enn í 2011, tá miðalbrúkaraprístalið vaks 2,3 prosent.
Minkingin í prísvøkstrinum kemur serliga av, at prísvøksturin á orku hevur verið minni í 2012 enn árið fyri. Prísvøksturin á brenniolju til húsarhald var í miðal 11,7 prosent í 2012 samanborið við 19,8 í 2011. Og prísurin á brennievni til akfør vaks 9,1 prosent í 2012 móti 20,3 í 2011. Eisini prísvøksturin á ravmagni var minni í 2012, 6,7 prosent móti 11,0 í 2011.
Prísirnir á matvørum hækkaðu 1,9 prosent í 2012. í 2011 var vøksturin 2,1 prosent. Kjøtið dýrkaði 7,5 prosent í 2012 og kaffi 14,4 prosent. Harafturímóti varð grønmeti og fitievni bíligari.
Eins og í 2011 hevur mesta príslækking verið í nýtslubólkinum Samskifti, sigur Hagstovan.









