Nakað av hugarensli í fjarstøðu um føroyska samfelagið og almannaverkið

Í illveðrið á Dohrnbankanum í Eysturgrønlandi 21.01.2004

Nú løgtingsvalið er av, vil eg loyva mær at gera eina stutta hugleiðing um stýringina av føroyska samfelagnum tey seinastu árini.
Høvuðsinntøkusíðan er sjálvandi fiskur/fiskaúrdráttur og annað tengt at tí. Har hava sjómenninir verið óføra raskir at vunnið samfelagnum inntøkur. Eisini skulu politikarnir hava rós fyri at hava gjørt eina liðiliga fiskidagaskipan í samráð við vinnuna. Tað er sjálvandi altíð nakað, ið rættast skal uppá. Tað hevði í hvussu er verið ein vanlukka við eini kvotaskipan. Tað vísir seg, at tey londini við tílíkari skipan, sleppa ongantíð burturúr henni. Eitt annað, ið vísir seg at hava gjørt satt undir fyri fiskiskapin undir Føroyum, er friðingin av gýtingarøkjunum á landgrunninum.
Gongdin í alivinnuni hevur verið sera tragisk tey seinastu 2-3 árini. Sama við rækjuvinnuni. Tað hoyra vit alt um. Ein veiðumaður livir altíð í vónini, bjartskygnið dregur hugin, vónin um at sólin dagar uppaftur er altíð til staðar. Eitt annað lyndi hjá einum veiði/-vinnulívsmanni, er, uttan nakar varar av, loypir hann á bláman ella vassar so mikið langt út, at ringt er at koma upp á turt aftur. Hetta fólkaslagið vísir seg at standa í støðugari minking í Føroya landi. Partur av unga fólkinum verður heilavaskað av trygd, trygging, trivnaði og tryggleika.
Hinvegin eru almennu útreiðslunar farnar heilt út at koyra. Eru hækkaðar við 50% seinastu 5 árini. Verður bara hugt eftir landsfyrisitingini er lønarútreiðslan vaksin við 351 milliónum í tíðarskeiðnum frá 1998 til 2002. Vitleyst, eingin stýring. Føroyska samfelagið er vorðið til eitt byrokrati/pappírsveldi ella letisveldi. Næstan hvør stórur bygningur í Havnini er stappaður fullur við teldum og kontórmúsum. Guð gavi satt hvat øll hesi fólkini gera til nyttu. Tað vísir seg so fyri uttanfyristandandi, at stjórar, deildarstjórar, fulltrúðar og annað pappírsfólk er bara sett sum best ber til. Nógv av teimum beinleiðis av skúlabonki.
Eitt annað, ið eg vil kalla ein marglætistrupuleika, er at skúlar, barnagarðar, heimahjálparar, sjúkrahús, ellisheim o. a. Alt skal vera í heimsklassa. Púra ørt. Ráðini eru ikki til staðar. Vit eru hóast alt bara 47.000 menniskjur, har bert ein partur skal gjalda gildið.
Eitt annað, ið kemur mær til hugs, eru hesu mongu fólkini, sum útbúgva seg til búskaparfrøðingar og tílikt.Hvussu nógv av hesum fólkunum hevur føroyska samfelagið brúk fyri. Ikki ein av teimum hevur klárað at lofta sær í privatu høvuðsvinnuni. Hví?
Sjálvur havi eg verið virkisleiðari á fleiri fiskavirkjum, bæði í Føroyum og uttanlands. Sum oftast við góðum úrsliti.
Tað ein leggur sera stóran dent á, er, at tað altíð er knípið við fólki í hvørjum liði í framleiðsluni. Tað gevur ta bestu atmosfærina, fólk følir størri ábyrgd og harav gongur arbeiðið skjótari, betri og bíligari.
Alt hettar byrokratiið byrjaði longu í 1994-95, tá Edmund Joensen var løgmaður. Hann setti ein danskan kontórmann, við fullkomuliga fríum teymum í eitt ár at byggja tað føroyska almannaverkið upp, ikki eftir føroyskum, men donskum leisti. Ikki hevði ein roknað við tí av einum so snildum íverksetara sum Edmundi Joensen. Ivaleyst hevði tað ikki komið upp á tal norðuri á Oyri. Síðani tá er tað bert bólgnað upp. Ringast statt hesi seinastu árini.
Mín, og ein sera fjølbroytt metan í føroyska fólkinum, er, at politikkurin innan almannaverkið hevur spælt fallit. Her má nakað radikalt gerast og tað beinanvegin. Politikkarnir hava sjálvir rótað seg inn í hetta og mugu eisini greiða seg úr tí.
Løgtingsvalið er av. Tann gráið dagligdagurin er veruleiki. Nú mugu tit fólkavaldu vísa ábyrgd, orðaskvaldrið má gloymast Spurningurin er, hvussu ólukkan ætla tit at rætta upp ta almennu skútuna. Skal bulurin veruliga falla áðrenn tit vakna. Komi at hugsa um, tá Johan Hot ringdi inn til Hans á Bakka á sinni og segði; »Nú er nokk tosað. Nú er tíð uppá at lata seg í tøðklæðini«.