Næstovastin í Kherson særdur av bumbu

Russiskir miðlar vita í dag at siga, at næstovastin, sum russar hava sett at stýra Kherson-regiónini í Ukraina, er vorðin løstaður - helst av einari bilbumbu.

 

Heilsumyndugleikarnir í Kherson-regiónini í Ukraina, sum eru russaratrúgvir, vita í dag at siga, at næstovastin í regiónini hevur verið fyri einum álopi.

 

Russiska tíðindastovan Interfax sigur, at leiðarin, sum kallast Vitalij Buljuk, var í einum bili, tá álopið varð framt, og bilførarin hjá honum læt lív í spreingingini.

 

Sagt verður, at støðan hjá næstovastanum er stabil, og at skaðarnir eru "moderatir", sum tikið verður til. 

 

Sambært upplýsingum var tað ein mina, sum brast, og bilurin er farin upp í royk. Einki verður sagt um, hvar bilurin var, tá spreingingin fór fram.

 

Eftir tilburðin varð Vitalij Buljuk fluttur á sjúkrahús.

 

Russisku herdeildirnar tóku seg úr regiónshøvuðsstaðnum Kherson í november, men russiskar deildir hava framvegis ræðið á stórum pørtum av regiónini.