Í fjør ferðaðust næstan 223.000 fólk við strandfaraskipinum, Smyrli.
Tað vísa tølini, nú Strandferðslan hevur gjørt upp, hvusus nógv ferðafólk, og bilar, tey fluttu í fjør.
Í fjør flutti Smyril 222.896 ferðafólk og 83.802 akfør av ymsum slagi.
Hetta er eisini nógv størsta rutan hjá Strandferðsluni, tí næststørsta rutan er rutan við Teistanum, sum 179.650 ferðafólk og 29.728 ferðafólk um ímillum Sandoynna og Streymoynna í fjør.
Annars setti Smyril met til ferðafólk í 2012, tá ið hann flutti 224.668 ferðafólk og 83.803 akfør.
So fall ferðafólkatalið niður í stívliga 215.000 ferðafólk og slakar 81.000 akfør í 2013, men í 2014, hækkaði tað aftur upp í 219.500 ferðafólk og stívliga 89.300 akfør.
Annars hevur ferðafólkatalið við Smyrli ligið úr stívliga 207.400 ferðafólkum um árið, upp í góð 224.000 ferðafólk, og talið á akførum hevur verið úr sløkum 80.000 og upp í slakar 90.000 um árið.