Tey sum vilja síggja EM-undankappingardystin millum manslandsliðini hjá Føroyum og Eysturríki í høllini á Hálsi í Havn í annaðkvøld klokkan 18 mugu skunda sær.
Á middegi vóru bert 237 atgongumerki eftir.
Tá vóru 1263 atgongumerki farin, og tað fegnast tey í HSF um, men givið er, at best er um tað verður púrasta útselt á áskoðaraplássunum.
Til ber at keypa atgongumerki á atgongumerki.fo.
FM1 sendir beinleiðis frá høllini á Hálsi frá klokkan 17.10 sunnudagin.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo