Nærkast metinum fyri løntakarar

Vøksturin í talinum av løntakarum heldur fram.

Gongdin í talinum av løntakarum heldur fram við at vaksa, og um núverandi gongd heldur fram, so er ikki leingi til talan kann gerast um eitt nýtt met.


Sambært seinastu hagtølunum frá Hagstovu Føroya, so vóru tað í oktober 2015 24.988 løntakarar í Føroyum. Sostatt nærkast talið av løntakarum gamla metinum, ið varð sett í 2008, tá tað sambært Hagstovuni táttaði í 26.000 løntakarum.


Tað er serliga seinasti hálvtannað árið, at talið av løntakarum er vaksið. Í mai 2014 var talið av løntakarum 23.943. Sostatt hevur vøksturin síðsta hálvtannað árið verið á umleið 1.100 løntakarar.


Hagstova Føroya upplýsir, at vøksturin stavar frá vøkstri í øllum høvuðsvinnubólkum.


- Í fiski- og alivinnuni vóru 4.326 løntakarar í oktober, 176 fleiri enn sama mánað árið frammanundan. Framgongdin er 4,2%. Byggivinnan hevur eisini eina framgongd um 4%, meðan tænastuvinnurnar hava framgongd upp á góð 2%. Samlað vóru 25.009 løntakarar í oktober, 673 fleiri enn fyri einum árið síðani, skrivar Hagstova Føroya á teirra heimasíðu.


Vøksturin er tó ikki bara avmarkaður til høvuðsvinnubólkarnar. Eisini í fleiri øðrum vinnugreinum kann staðfestast ein stórur vøkstur.


- Í oktober í ár arbeiddu 992 við sjóflutningi, 87 fleiri enn fyri einum ári síðani. Tað er ein framgongd upp á 9,6%, skrivar Hagstova Føroya og leggur afturat.


- Eisini vinnuligar tænastur, tað er m.a. ráðgeving, grannskoðan og løgfrøði, hevur havt stóra framgongd seinasta árið. Tað vóru 763 løntakarar í vinnuligum tænastum í oktober 2015, 56 fleiri enn fyri einum ári síðani. Framgongdin er 7,9%.


Tað er tó ikki bara vøkstur at hóma í teimum ymisku vinnugreinunum. Í 22 vinnugreinunum var ongin broyting ella minking í 11 av teimum.