Nú vinna vit Vaglið aftur!

Eftir fýra ár í andstøðu, er eg til dystin fús og fullur av orku til aftur at taka við leiðsluni í Tórshavnar kommunu og vinna Vaglið aftur!

Vit vilja so fegin, at tað aftur skal vera gott at virka og liva í Havnini og restini av kommununi, og vit loysa trupulleikar, stórar sum smáar – og vit svara altíð áheitanum skjótt og greitt.

SIT IKKI HEIMA, MEN FAR Á VAL, TÍ HVØR EINASTA ATKVØÐA TELUR OG GER MUN!

Áður havi eg víst í verki, at býráðsarbeiðið fyrst og fremst snýr seg um borgaran, og tí verður hurðin á Vaglinum aftur opin – eins og fyri fýra árum síðani.

Lat okkum í felag vinna Vaglið, so tit, borgarar, aftur fáa vald og ávirkan!

Tað kann bara gerast við stuðli frá TÆR, tí nú er tað TÚ, sum við TÍNI atkvøðu kanst vera við til at lyfta Tórshavnar kommunu enn longur upp!

Kom við okkum á spennandi ferðini fram ímóti 2024, tí HAR VIT ERU, HENDIR ALTÍÐ NÓGV!

Vinarlig heilsan

Heðin Mortensen