Hvussu nógv hevur landskassin spart, nú fólkapensjónin er skerd, og hvussu nógv hevur landskassin fingið meiri í kassan, nú avgjaldið á bensin og diesel, er hækkað.
Tað vil Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin nú hava tær báðar landsstýriskvinnurnar, Eyðgunn Samiuelsen og Kristinu Háfoss, at greiða frá.
Sum eitt lið í eini felagsloysn, samtykti samgongan at hækka avgjaldið á bensin og diesel, umframt at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini. Afturfyri varð gjaldið til Kringvarpið munandi lækkað hjá pensjónistum, eins og gjaldið úr Samhaldsfasta hækkaði, umframt at fólk við lágum og miðalinntøkum fingu skattalætta.
Men nú vil Bjørn Kalsø hava at vita, hvussu nógv, føroyskir bilførarar hava goldið meiri í landskassan higartil í ár, av tí at avgjøldini av bensini og diesel er hækkað og samstundis vil hann hava at vita, hvussu nógv dýrari tað er at fylla tangan í dag, enn tað var, tá ið hendan samgongan tók við.
Og samstundis vil hann hava at vita um ætlanin er at lækka avgjøldini aftur, so hvørt prísurin hækkar aftur.