Miðvágs Kommuna tekur nú stig til at loysa vatntrupulleikan, sum verið hevur, endaliga. Í framtíðini fer als ikki at verða tikið vatn aðrastaðni enn úr Leitisvatni.
Varaborgarstjórin í Miðvágs Kommunu, Johannes Ellefsen, sigur, at formanskapurin í Miðvágs Kommunu var á fundi við leiðsluna í Føroya Fiskavirking týsdagin.
Á tí fundinum varð greitt frá, at Miðvágs Kommuna í framtíðini ikki fer at taka vatn aðrastaðni enn úr Leitisvatni. Tað vil siga, at tað kemur ikki upp á tal at taka úr áunum, sum onkuntíð hevur verið gjørt, og sum hesin seinasti trupulleikin stóðst av.
Fyri at tryggja sær fult og heilt, at einki órudd fylgir við inntakinum úr Vatninum, fer kommunan at leingja leiðingina einar átta metrar longur út í vatnið, sigur Johannes Ellefsen. Kannað er eftir, hvussu botnviðurskiftini eru, og tað sær gott út, sigur hann.
Sostatt verður altíð pumpað úr Vatninum niðan í brunnarnar. Tað verður nakað dýrari í orkunýtlsu, men er eftir øllum at døma neyðugt.
Johannes Elelfsen sigur, at hendan loysnin er ikki formliga góðkend av bygdarráðnum í Miðvági enn, men væntandi er ikki, at nakar fer at vera í móti tí, heldur hann.
Stóru trupulleikarnir, sum verið hava, stóðust av, at vatnleiðingin úr Vatninum niðan í brunnarnar var brotin, og tí var neyðugt at taka vatn aðrastaðni.
Heilt greiðar mannagongdar fyri, hvussu farast skal fram, eru gjørdar, og tað skal so eisini vera við til at tryggja, at slíkt ongantíð hendir aftur, sigur hann.
Seinastu vatnroyndirnar, sum tiknar eru í Miðvági, vísa, at nú er vatnið heilt reint, og ongar bakteriur eru í vatninum meira.
Enn er einki arbeiði byrjað aftur á flakavirkinum, og tað verður so upp til Føroya Fiskavirking at gera av, nær tað verður.










