Tónleikakappingin Sement, sum varð útsett vegna verkfall, fer av bakkastokki næsta vikuskifti
Upprunaliga skuldi tiltakið verða fyrst í februar. Tað er Margarinfabrikkin, sum skipar fyri tiltakinum og tá ið hon varð rakt av verkfallinum hjá Føroya Pedagogfelag, mátti Sement útsetast í óvissa tíð.
Nú er verkfallið av, og fyrireikararnir eru siga at nú er greitt, at sement verður hesi bæði næstu vikuskiftini.
Heilir 27 bólkar hava meldað seg til Sement hesuferð og tað er met.
Tí er neyðugt við trimum undanumførum hesuferð afturímóti tveimum, sum hevur verið tað vanliga
Sostatt er greitt, at tey trý undanumførini verða hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Og finalan verður so leygarkvøldið 17. mars.
Tað er í Perluni í Tórsgøtu at alt fer fram og byrjað verður klokkan 20 hvørja ferð