Nú verður Northguider burturbeindur

Rækjutrolarin verður høgdur upp á staðnum, har hann liggur í Hinopensundinum á Svalbard.

 

 

Tað var í desember í 2018, at norski rækjutrolarin, Northguider, endaði á einum flúri í Hinlopensundinum á Svalbard. Tað var bítandi kalt og myrkt, og líkindini vóru vánalig. Kortini eydnaðist tað at bjarga manningini, sum taldi 14, í øllum góðum av skipinum.

Rækjutrolarin hevur ligið fastur á flúrinum heilt síðan skipsbrotið, men myndugleikarnir hava sett sum krav, at skipsvrakið skal burtur. Seint í fjør summar varð ein roynd gjørd at tetta skipsskrokkin, soleiðis at hann vónandi kundi flotast og sleipast burtur.

Men, royndin eydnaðist ikki, tí veður og ísur byrjaðu skjótt at órógva ætlaninar.

Nú bendir so alt á, at skipsskrokkurin fæst burtur úr økinum, og hesaferð verður skrokkurin ikki tettur og skipið flotað, tó at rækjutrolarin langt síðan er dømdur til vrak.

Í størri og smærri pettum verður trolarin nú høgdur upp og skorin sundur, har hann liggur. Síðan verða stykkini tikin upp á ein velduga stóran “flaka” og flutt til lands, haðani tey síðan verða førd inn á norska meginlandið.

Sýslumaðurin á Svalbard, Kjerstin Askholt, sigur, at ongantíð áður er eitt slíkt arbeiði farið fram so norðalaga á jarðarknøttinum, og tí er henda verkætlan eisini rættiliga serstøk.

Fyri at umgangast, at skipsbrotið førdi til eina náttúruvanlukku longu á vetri í 2018, varð øll oljan tikin úr skipinum beint eftir hendingina, og her var talan um 332.000 litrar av diesel.

Sýslumaðurin, Kjerstin Askholt, fegnast um, at Northguider nú verður beindur burtur, og hon vónar, at tað fer at eydnast at fáa alt vrakið burtur av leiðini, áðrenn kuldi, veður og myrkur aftur fara at gera um seg í Hinlopensundinum.

##med2##