Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum varðar av Landsverki, hevur gjørt av at seta í verk eina gjøgnumgongd av byggimálinum fyri Glasir beinanvegin. Tað boðar hann frá í tíðindaskrivi beint nú.
Gjøgnumgongdin skal fevna um
- tilgongdina frá fyrireiking og samtykt av byggiverkætlanini.
- fígging, játtan og nýtslu í samband við byggingina
- hví týðandi byggimanglar tykjast vera, eftir at skúlin er tikin í nýtsl
- hví fráboðan um manglandi játtan nústani kemur
Hann sigur, at endamálið við gjøgnumgongdini er at fáa staðfest, um luttakandi partar í verkætlanini hava røkt sínar uppgávur á nøktandi hátt og niðurstøða verður gjørd í málinum í seinasa lagi um tvær vikur.