Nú verður farið undir mentanarhúsið

Í gjár varð partalagsavtala undirskrivað, sum skal bera við sær nýtt mentanarhúr í Klaksvík, sum verður liðugt í 2022 og fer at kosta 60 milliónir

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, klaksvik.fo, verður skrivað soleiðis:

Byggiharri er Grunnurin Mentanarhúsið í Klaksvík og eru sáttmálar í sama viðfangi undirskrivaðir við Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava projekteringsleiðsluna.

Aðrir ráðgevar eru Spenn Sp/f - konstruktiónir, PB-Consult - HVS,  LBF - EL og Steingrund Akustik Sp/f - Akustik.

Sáttmálar eru eisini undirskrivaðir við Kanjon, sum er høvuðsarbeiðstakari og síðani við arbeiðstakararnar innan HVS, Sp/F Victor á Lakjuni og innan EL, ið er TTS.

Kostnaðurin er mettur til kr. 60 mill og sambært tíðarætlanini skal bygningurin standa liðugur á sumri 2022.

Tað fyrsta, sum hendir nú, er at flyta leiðingar hjá Føroya Tele, sum liggur yvir um byggiøkið. Eftir tað verður byggiplássið innrættað so útgravingin kann byrja fyri jól – samstundis verður projekterað av øllum alvi.

Talan er heilt víst um eitt spennandi hús, sum í stóru høllini til leikuppsetan kann hýsa 380 fólkum, men við borðuppstilling til veistlur o.l., kann hýsa væl meir enn 400 fólkum – eitt spennandi mentanarhús til margnýtslu, sum Klaksvík sanniliga hevur brúk fyri.

Húsið fer at verða karmur um alskyns mentanarupplivingar í framtíðini, samstundis sum húsið eftir ætlan eisini kann brúkast til vinnulig tiltøk, fyrilestrar, býráðsfundir, ráðstevnur og annað. Í húsinum er eisini øki gjørd til café umhvørvi, ið fer at virka sum eitt savnandi stað fyri virksemið í húsinum og býnum annars.