Nú fáa tey, sum hava el-bil, vatnpumpu, ella brúka aðra grønar orkukeldur til vatn og varma heima við hús, bíligari streym. Og avslátturin kann verða givin alt samdøgurið ella ein part av samdøgurinum. Í hesum sambandi hevur SEV í hyggju at geva avsláttur fyri at løða el-bilar um náttina, men avslátturin upp á streymin til hitapumpurnar verður galdandi alt samdøgurið.
Hetta er ein ætlan, sum hevur verið á veg í langa tíð, men í gjár skrivaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, undir eitt uppskot um hetta. Uppskotið er nú er borið í Løgtingið, og so verður lagt fram ein av fyrstu døgunum, løgtingsfundur verður aftur.
Eftir uppskotinum fær SEV heimild til at lækka prísin á streymi til tey, sum brúka streym til hitapumpur, ella til at løða elbilar við.
Og í hesum sambandi kann SEV geva teimum, sum hava hitapumpu og el-bil, avsláttur í streymprísinum, men avslátturin kann í mesta lagi verða 40 oyru fyri kilowatttíman. Men tað er bara tann streymurin, sum verður brúktur til varmapumpuna og til at løða el-bilin við, sum verður bíligari.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, hevur áður sagt, at tey, sum hava hipapumpu fara at fáa ein málara frá SEV, sum málar, hvussu nógvan streym, hitapumpan brúkar, og tað sama verður galdandi fyri tey, sum hava elbil.
Men hóast tey fáa málaran frá SEV, er tað helst okkurt elarbeiði, sum skal gerast heima hjá hvørjum einstøkum, og sum fólk sjálvi rinda fyri.
Stjórin í SEV sigur, at enn hava tey ikki tikið støðu til, hvussu stórur avslátturin verður. Tað er ein spurningur, SEV tekur støðu til, tá í uppskotið er samtykt. Men hann leggur kortini afturat, at talan skal vera um ein avsláttur sum ger mun hjá fólki.