Nú fer tað at vera bíligari at ferðast til Mykinesar, enn upprunaliga ætlað. Siglingin út í Mykinesar byrjar nú fríggjadagin, tann 1. mai og ætlanin var annars at hava tríggjar ymsar prísir á ferðaseðlum til Mykinesar. Orsøkin til tað er, at tey væntaðu eina sanna innrás av útlendskum ferðafólkum í ár og endamálið var, at útlendsk ferðafólk skuldi rinda meiri fyri ferðaseðilin enn føroyingar.
Tí varð avgerð tikin um at hava tríggjar ymsar prísir, alt eftir hvaðani tey ferðafólkini eru.
Ferðafólk skulu rinda 100 krónur fyri hvønn vegin. Føroyingar skulu eisini rinda 100 krónur hvønn vegin, men so skulu teir fáa 40 krónur endurrindaðar og tí skuldi ein skipan finnast fyri, hvussu hetta skuldi fara fram.
Men tey, sum eru fastbúgvandi í Mykinesi skulu rinda 20 krónur hvønn vegin.
Nú ferðavinnan liggur í skeljasori, hevur verið funnist at hesi skipanini. Ein, sum hevur funnist at hesum, er Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, sum skipar fyri ferðavinnu í Mykinesi.
Hon vísir á, at hóast prísurin verður settur niður í 60 krónur fyri hvønn vegin, er tað framvegis 40 krónur dýrari enn til Suðuroyar og tríggjar ferðir so dýrt sum til til hinar útoyggjarnar.
Nú eru eingir útlendingar, so nú slepst undan at finna skipan so at fólk fáa ein part av prísinum endurrindaðan.
Eitt dømi er, at fara tvey vaksin og trý børn til Mykinesar, kostar tað 700 krónur í fyrsta umfari, tó at tey fáa nakað endurgoldið. Annars kostat tað 280 krónur til Suðuroyar og 140 krónur til aðrar útoyggjar.
Og nú hevur Strandferðslan so gjørt av, at ferðaseðilin til Mykinesar fer at kosta 60 krónur hvønn vegin.