Tað, at nýggju lærararnir fáa ein starvsfelaga at venda sær til við teimum fyrispurningum, sum koma, ger vónandi tað, at kenslan av tilhoyri og samstarvi betrast, skrivar Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, í seinasta Skúlablaðnum.
- Skúlaárið 2018/19 verður fyrsta árið, sum nýggja akkersskipanin fer at virka. Seinastu árini hava ungu/nýggju lærararnir fingið 40 tímar árliga til at seta seg inn í arbeiðsviðurskifti og annað á skúlanum. Nú eru umstøðurnar hjá hesum lærarum betraðar. Teir eiga frá komandi skúlaári at hava ein akkerslærara knýttan at sær hesar 40 tímarnar, skrivar hon.
Hon vísir á, at í grannalondunum hevur tað víst seg at vera ein avbjóðing at fáa nýggjar lærarar at støðast á skúlunum.
- Arbeiðsbyrðan er øðrvísi, og ofta størri enn tey høvdu ímyndað sær; tí hava tey ofta eina stutta arbeiðstíð og ynskja sær heldur annað starv, skrivar hon.
Hon heldur kortini ikki, at hesin trupulleikin er eins stórur í Føroyum, tí helst duga vit betri at taka ímóti nýggjum starvsfólkum.
- Flestu nýggju lærararnir kenna, ella koma skjótt í samband við onkran á skúlanum, soleiðis at teir kenna seg tryggar at spyrja seg fyri, og at spyrja um mannagongdir og annað. Nú nýggja skipanin fer í verk, vóna vit, at nýggju lærararnir kenna seg munandi styrktar, tá teir koma í starv, sigur Jona Højsted.
- Tað, at nýggju lærararnir fáa ein starvsfelaga at venda sær til við teimum fyrispurningum, sum koma, ger vónandi tað, at kenslan av tilhoyri og samstarvi betrast. Tað er ongin ivi í, at hetta verður til gagns fyri skúlan; bæði leiðslur, starvsfólk og næmingar.
Les meiri í Skúlablaðnum ella á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.










