Freistin at lata fiskamerkir inn til kappingina í ár er 12. oktober Hetta er tíggjundu ferð, at lutakast verður hildið millum fiskamerkir.
Heilar 10.000 krónur eru at vinna, og freistin at luttaka í dráttinum er 12. oktober. Fiskirannsóknarstovan leggur afturat, at hon letur eisini pening fyri hvørt merkið og kiloprís fyri innsendan fisk.
Tað er sera týdningarmikið, at Fiskirannsóknarstovan fær upplýsingar um fiskipositión og fiskidato umframt bát, reiðskap og navn/adressu hjá innsendara.









