Náttarbusskoyringin viðurkenning

Mikudagin 15. desember fekk Øssur Christiansen viðurkenning frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd fyri náttarbusskoyringina millum Havnina og Vestmanna

Øssur Christiansen byrjaði náttarbusskoyringina fyri skjótt trimum árum síðani. Hann hevði tá leingi hugsað um hetta tiltak, men ein ferðsluvanlukka undir náttarkoyring millum Havnina og Vestmanna gjørdi, at endaligt stig varð tikið at fara undir koyringina.

Síðani hevur Øssur koyrt trúliga hvørt vikuskifti, og í sendingini Koyribreytini í Útvarpi Føroya í farnu viku kom fram, at hann er vorðin so bundin av hesi koyring, at hann hevur ikki samvitsku til at setast aftur eina einasta túr, "um nú ein vanlukka skuldi hent akkurát tað kvøldið!"

Vestmenningar, kvívíkingar og eisini kollfirðingar hava tikið hesa koyringina til sín, og meta bussin sum "sín buss". Mong ung hava sagt, at tað er nógv stuttligari at fara saman í býin við bussinum, og samstundis vita sær, at ein kemur tryggur aftur til húsa.

Eisini hava nøkur av hesum ungu mett, at Øssur átti at fingið eina viðurkenning fyri hetta ósjálvsøkna arbeiðið, tí - sum hann eisini sjálvur hevur tikið til - henda koyringin er ikki nakað, ein gerst ríkur av. Rakstrarliga melur koyringin akkurát runt, tí talan er um ein lutfalsliga bíligan buss, sum tey ungu fara sera væl um.

Ferðslutrygd hevur fylgt við virkseminum hjá Øssuri og verið sera fegið um hetta. Náttarbusskoyring sum heild hevur eisini ofta verið til viðgerðar og í áttatiárunum vóru eisini royndir gjørdar við slíkum. Men tær duttu niðurfyri, m.a. tí at hetta er ein sera krevjandi uppgáva við óhøgligum arbeiðstíðum. Tað sýnist sum at tað hálvavegna er neyðugt at tað skal vera eitt "kall" at koyra náttarbuss. Í løtuni er eingin tílík koyring aðrastaðni, men tó er tað so, at fólk aðrastaðni á meginlandinum hava heitt á Øss um at byrja koyring í teirra øki eisini, men sum hann tók til á Koyribreytini: "Eg fái bara koyrt ein buss í senn!"

Ferðslutrygd hevði starvsnevndarfund týsdagin. Eitt av uppskotunum til fundin var at veita Øssi eina viðurkenning fyri náttarbusskoyringina, og varð hetta einmælt samtykt. Tað var nevndarformaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Petur Jacob Sigvardsen, sum á lítlari hátíðarløtu á Ferðslutrygd mikudagin handaði Øssi viðurkenningina.

Í viðurkenningini verður m. a. sagt, at "tað eru mong, sum við tøkk í sinni eru vitandi um, at tygum áhaldandi og ósjálvsøkin hava tikið stig til og røkt náttarbusskoyringina millum Tórshavn og Vestmanna síðan á vári 1996. Vegna hetta fyrimyndarliga ferðslutrygdarfremjandi arbeiði hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd samtykt at sýna tygum sína viðurkenning og veita tygum 5000 krónur í sømdargávu."

Øssur segði eftir fundin við Koyribreytina, at hann var sera fegin um viðurkenningina, og hann vónaði, at hetta fór at elva øðrum til at fara undir líknandi tiltøk aðrastaðni.