Fyri fyrstu ferð hevur norska kirkjuráðið gloppað dyrnar fyri møguleikanum atselja fleiri av landsins kirkjum ella at bróta tær niður. Kirkjuráðið er ovasti myndugleiki í norsku kirkjuni burtursæð frá tí árliga kirkjufundinum.
Ráðið samtykti týsdagin at taka upp samráðingar við teir lokalu kirkjumyndugleikarnar kring landið fyri at vita, hvussu nógvum kirkjum tørvur er á, og um tað ikki er rættast at taka nakrar av kirkjunum niður.
Í kirkjumálaráðnum í Oslo taka tey undir við sjónarmiðinum hjá kirkjuráðnum, skrivar Aftenposten. Har siga tey, at tað eru ikki fíggjarlig viðurskifti, sum gera tað rætt at taka nakrar kirkjur niður, men at fleiri kirkjur verða so lítið brúktar, at tað er heilt einfalt ikki tørvur á teimum.
Ole Herman Fisknes í kirkjumálaráðnum sigur við blaðið, at fyrr var ofta neyðugt at fara í bát fyri at sleppa í kirkju, og tí vórðu kirkjurnar ofta bygdar eftir viðurskiftunum, sum tá vóru. Men soleiðis er ikki longur.
Í Noregi eru 1620 kirkjur. Av teimum eru 120 friðaðar, og 760 aðrar eru mettar verdar at friða.
Norski landsfornfrøðingurin, Nils Marstein, heldur lítið um ætlanina at bróta kirkjur niður. Hann ásannar tó, at tað er umráðandi, at kirkjurnar verða brúktar til tað, sum tær eru ætlaðar til.
Í Svøríki bleiv kirkjan skild frá statinum fyri sjey árum síðani. Undan skilnaðinum bleiv avgjørt, at allar miðaldarkirkjurnar eru almenn ogn, og at staturin hevur skyldu at halda tær við líka. Men eina slíka loysn vil norska kirkjan ikki hava.










