Ludvík Breckmann, sum er kendur frá bólkinum, Side Effect, har hann millum annað hevur skrivað allar tekstirnar, hevur nú givið sítt fyrsta yrkingarsavn út: Sálarføði Nýtt yrkingasavn er komið út og fæst nú í bókabúðunum. Tað er ungi havnarmaðurin, Ludvík Breckmann, sum hevur givið einar 100 yrkingar út í bókini við heitinum ?Sálarføði?.
Yrkingarnar eru hugarensl, orðamyndir, tankalýsingar og ritroyndir hjá einum unglingi í høvuðstaðnum nú eftir aldamótið.
Yrkjarin hevur valt at kalla savnið, ?Sálarføði?, tí tað hjá ungum í okkara tíð er ofta so stutt ímillum tað undirhaldandi og tað frøðiliga, at sjálvt skaldskapur kann vera júst tann millumvøran, ið stundum føðir sálina.
- Fólk flest fáast við at yrkja, men eru helst so lítillátað, at tað kemur ikki longri enn til tankan ella krutlið á arkinum. Eg havi fest nakrar av mínum hugmyndum niður á blað, til tilfarið nú varð so frægt í vavi, at tað fylti eitt lítið yrkingasavn.
Tað sigur yrkjarin í síni umtalu av útgávuni.
- Ivaleyst eru nógvir ungdómar við góðum skaldagávum, sum eru ov smæðin til at leggja sínar ritroyndir fram alment. Vónandi kann henda útgávan av yrkingum í bók eggja øðrum ungum føroyingum til at royna seg. Tað hevði glett og gagnað okkum øllum, leggur hann afturat.
Ludvík Breckmann fæst eisini við at tekna og hevur sjálvur myndprýtt forsíðuna av yrkingarsavninum, ?Sálarføði?. Tað er Landsprent, sum hevur greitt yrkingarsavnið til prentingar.