Nýtt videolag: Listarlig samanrenning millum Eivør og Dennis Agerblad

Eivør hevur í dag útgivið nýtt videolag "In my shoes" í samband við bretsku útgávuna og rundferðina hjá Eivør. 

 

 

Í videolagnum sæst Dennis Agerblad í vøkrum ljósareyðum kjóla og gulu skóm. Bretska heimasíðan Clash hevur tosað við Eivør í samband við videoútgávuna, har hon greiðir frá, at hon hevur leingi ynskt sær at fáa Dennis Agerblad við.

 

 

 

- Tað var mín dreymur at fáa hann at framføra í hesum videolagnum við mær, tí eg haldi hansara sterki samleiki og rørandi lívssøga er eitt gott match til tulkingina av lagnum, tí tað snýr seg um at finna sín egna veg í lívinum, sigur Eivør við clashmusic.com

 

 

Listaportalurin fegnast um videolagið og samanrenningina millum Eivør og Dennis Agerblad. 

 

 

- Júst sum mann ikki helt, at Eivør kundi gerast nógv kulari, hevur hon til sítt nýggja videolag valt heimsins kulasta krossdressara at umboða seg í bretsku versiónini av sanginum um teir røttu skógvarnar; In my shoes. Tað er Dennis Agerblad og hann ger tað sjálvandi framúrskarandi vakurt. Hansara stórbæra og barokka, pinklitta dress og gulu skógvar hóska sera væl til tann lætta popsangin við kinesiskt klingandi niðurlagnum og einfalda, men vísa lívsboðskapinum, skrivar listaportalurin í grein.

 

 

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja videolagið.