Rituvíkingar hava í nógv ár havt tørv á einum nýggjum vatnverki, tí drekkivatnið hevur verið ov skitið. Nú hava teir so fingið eitt verk, sum lýkur krøvini, og sum sambært fráfarna borgarstjóranum er gjørt til framtíðina. Stýriskipanin er gjørd soleiðis, og alt eftirlit og allar tillagingar verða gjørdar frá einum sentrali í Runavík. Málið hjá Runavíkar Kommunu er at fáa eina slíka skipan í allar bygdir í kommununi. Elduvík, Funningsfjørður, Oyndarfjørður og Æðuvík mangla enn at fáa eitt slíkt vatnverk.
Lýkur krøvini
Hermann á Líknargøtu er vatnmeistari í Runavíkar Kommunu. Hann er stak væl nøgdur við nýggju skipanina. Við hesum verður vatnið reinsa og strálað, áðrenn tað kemur út gjøgnum kranarnar í húskinum í Rituvík.
- Við hesum verður drekkivatnið nóg reint til krøvini. Alt vatnið, sum rennur oman til bygdina, verður reinsað her fyrst. Allar keldurnar koma ígjøgnum reinsiverki, har ið partiklarnir verða tiknir úr vatninum við sandtangunum, og síðani verður vatnið strálað, áðrenn tað rennur víðari oman í bygdina.