Nýtt, vakurt og læruríkt Føroya-putlispæl

Nýtt Føroya-putlispæl er komið í bóka- og aðrar sølubúðir kring landið

ÚTGÁVA

Tað er listamaðurin Edward Fuglø, sum hevur teknað kortið, sum ikki bara vísir oyggjar, bygdir, firðir og sund, men umframt er prýtt við tí, ið er í Føroyum.
Kortið er randað av blómum og grøsum í erva og tara og øðrum av havsins botni í neðra. Kring oyggjarnar í erva sveimar fuglur, og í neðra svimur fiskur, kópur og hvalur. Kortið er tí ikki bara eitt putlispæl við 50 puntum, sum barnið kann hugna sær við at leggja. Størstu nyttuna fáa børn og vaksin saman burtur úr: tey smáu hava helst ilt við at skilja ta landafrøðiliga, men tey kunnu læra at kenna fugl, fisk, hval og gróður á landi og í sjógvi. Størri børn kunnu umframt hetta læra seg oyggja- og bygdanøvn.
Sjálvandi er Føroya-putlispælið eisini avbera væl egnað at geva útlendingum, sum eitt ítøkiligt minni um Føroyar.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur nýggja Føroya-putlispælið út. Tað kostar kr. 65 + mvg.