Nýtt vaktarskip í 1978

Fyri 30 árum síðan:

Í november 1978 kom “nýggja” vaktarskipið hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, Ólavur Halgi, flaggskrýtt á Havnina.


Skipið var fyrrverandi trolari úr Fuglafirði, bygdur í Viana do Castel í Portugal í 1959.


Umbyggingin av Ólavi Halga, sum fór fram á Svendborg Skibsværft í Danmark, kostaði umleið fimm milliónir krónur.


Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1979