Formansskapurin hjá Løgtinginum mælir til at byggja nýtt tinghús, men allir tingmenn eru ikki so fegnir um ætlanina. Ætlanin hjá formansskapinum er at byggja eitt nýtt tinghús á Bursatanga við gongubrúgv yvir á Tinganes. Kostnaðurin er mettur til 122 mió. krónur, og nýggja tinghúsið kann verða liðugt um trý ár.
Edmund Joensen, løgtingsformaður, sigur við Útvarpið, at ætlanin verður gjørd í samráð við Tórshavnar kommunu, sum hevur tørv á plássi í miðbýnum til umsitingina.
Løgtingið hevur seinastu árini umvælt tinghúsið fyri umleið 80 milliónir krónur, og tað eru ikki allir tingmenn, sum eru so fegnir um ætlanina at byggja nýtt hús. Eitt nú heldur fólkafloksmaðurin Poul Michelsen, at aðrar uppgávur hava størri týdning.