Nú eru nýggj tilmæli komin frá WHO, sum alheims heilsustovninum undir ST, um, hvussu leingi smábørn eiga at sova um samdøgurið, og hvussu nógv, tey eiga at røra seg um dagin.
– Rørsla og góður svøvnur hevur góða ávirkan á teirra likamligu heilsu, sálarligu heilsu og vælveru, samstundis sum at fyribyrgir fiti í barndóminum, og fylgisjúkum seinni í lívinum, sigur Fólkaheilsuráðið frá Fionu Bull, verkætlanarleiðari hjá WHO.
Hvørt ár doyggja fimm milliónir fólk tí at tey røra seg ov lítið. Í dag eru tað meira enn 23 prosent av teimum vaksnu, og 80 prosent av teimum ungu, sum røra seg ov lítið. Men fáa børnini gott í beinið, við góðum vanum, taka tey tað við sær alt lívið
– Vit mugu fáa børnini at spæla, sigur Juana Willumsen. Tað snýr seg um at fara frá at sita still til at fara at spøl, har tey røra seg, og tað snýr seg um at fáa nokk av svøvni.
0-1 ára gomul børn eiga at røra seg fleiri ferðir um dagin, minst ein hálvan tíma á búkinum. Børnini skulu ikki vera fastspent í meira enn ein tíma ísenn og tey skulu helst ikki hyggja at sjónvarpi, teldlum, ella øðrum skermum. Tey skulu helst sova 14-17 tímar um samdøgurið teir fyrstu tríggjar mánaðirnar, og frá trimum mánaðum, til tey ársgomul, skulu tey helst sova 16 tímar um samdøgurið.
1-2 ára gomul børn eiga at røra seg minst tríggjar tímar um dagin, jú meira jú betri. Tey skulu helst ikki spennast føst meira enn ein tíma ísenn. Tey skulu helst ikki hyggja í skermar. Eftir tvey ára aldrr, skal tíðin framman fyri skermin helst avmarkast til ein tíma um dagin, men tess minni tess betri. Tey skulu helst sova 11-14 tímar um samdøguri, har tey hava fasta songartíð.
3-4 ára gomul børn eiga at røra seg minst tríggjar tímar um dagin, tess meira tess betri. Í minst ein tíma skulu tey ordiliga koyra á. Tey skulu helst ikki vera fastspent í meira enn ein tíma ísenn ella sita still ov leingi. Tey skulu hyggja sum minst í sjónvarp, teldil, ella aðrar skermar, men undir øllum umstøðum skal tað helst avmarkast til ein tíma um dagin. Tey skulu helst sova 10-13 tímar um samdøgurið, har tey hava fasta songartíð.