Nýtt staklag frá Kashmir

Í samband við komandi fløguna gevur danski bólkurin Kashmir í dag út nýtt staklag við heitinum “Electrified Love”.

 

11/11/11 kemur fløgan hjá Kashmir út við heitinum Katalogue. Hetta tykist verða ein sera vælumtóktur dagur til júst fløguútgávur, tí fleiri bólkar hava boðað frá, at hetta er dagurin, tá ið teirra fløga skal almannakunngerast. Í Føroyum verður tað Páll Finnur Páll, sum geva út fløguna Kom við mær hendan dagin.

 

Lagið er ikki nýtt í Kashmir høpi. Fjepparar hava helst hoyrt lagið áður, tí bólkurin hevur spælt lagið til ymsar konsert í summar. Ætlandi skuldi lagið verða partur av fløguni Trespassers, men bólkurin megnaði ikki at finna pláss fyri lagnum.

 

Úr bólkinum verður sagt, at teir mettu lagið verða so gott, at tað skuldi útgevast fyrr ella seinni.

 

Nýggja fløgan, sum kemur á marknaðin í november, hátíðarheldur 20 ára dagin hjá bólkinum.

 

Lagið er at finna á YouTube.