Teitur legði fyrr í dag eitt nýtt sjónbandalag á Facebook-síðu sína. Saman við 32 ára gamla danska fjøllistamanninum Martin Thaulow hevur Teitur gjørt eitt sjónbandalag til lagið »Freight Train«, sum er á nýggju fløguni »Let The Dog Drive Home«.
Teitur sjálvur er í løtuni í Danmark, har hann spælir jólakonsertir. Í gjárkvøldið spældi hann í sjónleikarahúsinum Bremen í Keypmannahavn, meðan hann í kvøld spælir í VoxHall í Århus.
Sambært skránni á heimasíðuni hjá Teitur er konsertin í VoxHall í kvøld tann seinasta hjá Teiti í ár, men fjeppararnir hjá Teiti hava bæði eina nýggja fløgu og nú eisini eitt nýtt sjónbandalag at gleðast um.
Sjónbandalagið »Freight Train« liggur á Youtube og sæst HER










