Nýtt sjúklingahotell og kollegium

Uppskotið um at kanna møguleikarnar fyri, at flyta verðandi sjúklingahotell í Tåsingegade í Keypmannahavn í betri umstøður, og at gera núverandi sjúklingahotell til eitt kollegium fyri føroysk lesandi, fekk góða móttøku í tinginum.

Tað var í gjár, at uppskotið hjá Bjarna Djurholm, tinglimi fyri Fólkaflokkin, varð viðgjørt.

Leingi hevur verið greitt, at sjúklingahotellið í Tåsingegade ikki er hóskandi til fólk, sum eru illa fyri. Umstøðurnar er rætt og slætt ikki nóg góðar til sjúk fólk.

Trupulleikin er bara, at landsstýrið hevur bundið seg at leigusáttmála, sum í fyrsta lagi kann uppsigast í 2020. Uppsagnartíðin er eitt ár, so í fyrsta lagi í 2021 er landsstýrið leyst av hesum sáttmálanum.

Verður hann brotin, kann landsstýrið verða stevnt er fleiri milliónum krónum.

Nú hevur Landsstýrið møguleika fyri at sleppa inn í eitt nýtt byggjarí, sum verður bygt til endamálið í Venøgade, har eitt grønlendskt sjúklingahotell eisini verður bygt í løtuni. Her kunnu føroysku myndugleikarnir fara inn og ávirka soleiðis, at vit fáa eitt sjúklingahotell júst eftir okkara høvdið.

- Landsstýrið kann ogna sær hølini fyri uml. 1,5 milliónir krónur árliga í meira leigu enn kostnaðin av verandi sjúklingahotelli í Tåsingegade, so talan er um avmarkaðan meirkostna, ikki minst sæð í mun til góðskuna og at væl fleiri kunnu búleikast á nýggja hotellinum enn í verandi, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkingunum til uppskotið.

Við at brúka verandi sjúklingahotell í Tåsingegade sum kollegieíbúðir, brýtir landsstýrið ongan sáttmála, samstundis sum umstøðurnar fyri føroyskar sjúklingar á Ríkissjúkrahúsnum verða bøttar munandi.

Málið var umrøtt í tinginum seinnapartin í gjár og fekk sum heild sera góða móttøku. Bergtóra Høgnadóttir segði vegna Tjóðveldi, at heldur enn at lasa seg fastan í hugskotinum um, at brúka hotellið til kollegium, skulu tey hava eitt hugarák áðrenn, fyri at venda øðrum loysnum.

Men breið semja var um, at hugskotið um at flyta verandi sjúklingahotell í Tåsingegade í nýggj og meiri nútíðar hóskandi umstøður, samstundis sum at íbúðirnar í Tåsingegade skulu nýtast til annað endamál – kanska eitt kollegium fyri føroysk lesandi í Keypmannahavn.

Málið er nú farið í trivnaðarnevndina til viðgerðar.