Gøtu bygdaráð samtykti á fundi mánakvøldið at byggja eitt sambýli til eldri fólk í Norðragøtu.
Einki sambýli er í bygdini frammanundan, og tí er hetta ein slóbrótandi ætlan. Tað er eisini í tráð við, at landsstýrið leggur fleiri økir út til kommunurnar at umsita.
Enn er ætlanin ikki komin á tekniborðið, og tí er ógreitt, hvussu nógv tað fer at kosta skattaborgaranum, og hvussu nógv pláss vera á hesum sambýlinum hjá Gøtu kommunu.
Borgarstjórin í Gøtu, Haldóra Ranghamar, sigur at við at hava sítt egna sambýli í kommununi, sleppa tey frá at senda tey gomlu av bygdini á røktarheim.