Náttúruvanlukkan heldur ótarnað fram millum Stong og Eystnes

Alfred Olsen, Sambandstingmadur

 

Afturkomin úr Íslandi, har eg havi verið á fundi hjá Útnorðurráðnum, sum var hildin í Húsavík, var eg í gjár eygnavitni til, at ein bátur, fullur av móru frá Oyrareingjum legði seg tvøran av streyminum millum Stong og Eystnes og slepti hundraðtals tonsum av móru í havið, og eg hugsaði, hvussu nógv smákykt og livandi verður í havinum, doyggja fyri hvørja last?

Tá vit so vita, at loyvi er givið til at søkkja millum 75.000 og 150.000 m3 av móru, er talan um eina náttúruvanlukku, tí næstu ferð eru onnur smákykt og livandi verður á staðnum, antin á veg norðureftir ella suðureftir við streyminum.

Eg fari at loyva mær at spyrja Heilsufrøðiligu Starvstovuna, hvussu nógv smákykt, livandi verður og fiskayngul drepa hesi uml. 100.000 m3 av móru frá Oyrareingjum, sum vera slept í havið millum Stong og Eystnes?

 

Tilfarið er reint

Í skrivi frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni, verður víst á, at kanningarnar vísa, at talan er um reint tilfar, tað er rein móra og tí óskaðilig at dumpa í havi eystanfyri.

Eg kom at hugsa um tvinnar náttúruvanlukkur í Íslandi fyri nøkrum árum síðani, tá skalvur leyp oman yvir tvinnar bygdir og legði tær fyri ein stóran part í oyði. Tá allir føroyingar føldu samkenslu við hesum bygdum sum vanlukkan hevði rakt, átóku vit okkum at hjálpa teimum fíggjarliga, við at byggja tær upp aftur, og tøkk skulu allir føroyingar hava fyri tað.

Men skaðin hendi ikki av tí at kavin var so skitin, men tí bygdirnar fingu skalvin oman yvir seg.

Líknandi vanlukka hendir nú dagliga fyri alt lív í havinum, sum ferðast við streyminum millum Stong og Eystnes, og eg fari tí hervið at heita á allar avvarðandi stovnar og myndugleikar um at fáa steðga hesi vanlukku meðan tíð er.

 

Reint havumhvørvi

Eg fegnist um, at í dag er øllum skipum álagt onki at tveita í havið, men taka alt burturkast við sær til lands, har kommunurnar hava serstaka móttøkuskipan fyri avfallið frá skipum og bátum og tað er gott.

Men um somu tíð sum myndugleikarnir gera tað ólógligt hjá skipum at tveita sjálvt tað minsta tingið yvir borð, so geva teir loyvi til nakað so óskiljandi sum at søkkja millum 75.000 og 150.000 m3 av móru á einum av teimum mest sárbæru havlívsfrøðisligu støðunum í Føroyum.

 

Avgerðin reisir nógvar spurningar.

Avgerðin hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni reisir tí nógvar spurningar t.d.

Tá tilfarið er so reint, hví verður tað so ikki tikið uppá land og brúkt uppi á landi?

Tá tilfarið var skaðiligt fyri hummaraveiðuna á Tangafirði, hví er tað so ikki skaðiligt fyri fiskiskapin og djóralívið eystanfyri og í fjørðinum?

Tá tilfarið er so reint, hví vóru so Landsverk og Fiskimálaráðið ímóti at aftursøkkja tilfarið á 15-20 metra dýpi inni á Kollafirði?

Hesir spurningar eru áhugaverdir at fáa svaraðar, men tað altavgerandi er, at vanlukkan fyri alt djóralívið í okkara havumhvørvi verður steðga, ongantíð ov skjótt, og rokni eg við, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan kennir ábyrgd nú eins og hon plagar og steðgar hesi aftursøkking.