Høgni Thomsen hevur leingi verið millum best umtóktu listamálararnar í Norðoyggjum. Og nógv munnu við áhuga hava fylgt við í listarligu menningini hjá Høgna. Meðan málningarnir í fyrstuni ofta vóru sera neyvan endurgevingar av føroyskum landslagi, hava teir nú fingið okkurt alsamt meir ævintýrkent yvir sær.
Támið hugtekur
Myndevnini hjá Høgna á hesi framsýningini eru fyri tað mesta sprottin úr føroysku náttúruni. Onkrar eru tó týðiliga abstraktar hugmyndir, sum reika hugans vegir í heilt nýggjum litkompositiónum. Men munurin millum tær er kortini ikki altíð líka eyðsýndur. Hóast flestu norðoyingar til dømis kenna aftur myndevnið úr Gravardali úti í Grøv, kundu myndirnar Fossar eins væl verið tiknar úr einum ævintýri. Tað er, sum listamaðurin við eitt leggja eitt tám út yvir myndina, fær manað fram eitt huglag av tíðar- og staðarloysi eina hugnaliga kvirru, sum gevur myndini nakað óvanliga harmoniskt yvir sær.
At tað harmoniska hongur saman við at Høgni er ein framúr dugnaligur teknari, er neyvan nakar ivi um. Javnvágin í litkompositiónunum hevur altíð verið avgjørda styrkin í málningunum hjá Høgna. À hesi framsýningini tykist tað kortini, sum at listamaðurin er til reiðar at eksperimentera eitt sindur meir. Stuttligt er at síggja, hvussu Høgni mest sum hevur slept øllum teymum í teimum trimum Hugmyndunum, meðan málingin eisini er sloppin at renna í smølum rípum í einum annars siðbundnum málningi av Vánni í Klaksvík.
Mørkini flytast
Málningarnir hjá Høgna leypa ikki á áskoðaran, og her liggur ongin roynd at øsa ella skakað. Heldur er tað, sum vil listamaðurin lagaliga taka áskoðarin í hondina og varisiliga leiða hann við inn í ein kendan heim, sum væl kann hugsast at vera øðrvísi, enn vit vanliga halda. At royndin eydnast so væl, kemst ivaleyst av, at uttan mun til, hvussu loyndarfullur hesin heimur tykist, er altíð okkurt punkt, áskoðarin kann orientera seg út frá. Á hendan hátt fær listamaðurin eisini allatíðina førka markið millum ævintýr og gerandisdag, list og veruleika eitt lítið vet beint á markið, har tú fert at ivast, um mørkini nú einaferð eru so eyðsýnd, sum tú kanska helt tey vera.