Føroyar eiga at verða marknaðarførdar sum ein frískligur skandinaviskur gimsteinur, ið ikki er uppdagaður enn, segði bretski ráðgevin, Simon Anholt, í frágreiðing síni um kappingarsamleika Føroya í fjør.
Niðurstøða hansara var, at Føroyar við síni náttúru, søgu og mentan eru ógvuliga sermerktar sum ferðamál, men trupulleikin er, at fá fólk í heiminum vita, at Føroyar yvirhøvur finnast.
Talið á útlendskum ferðafólkum í Føroyum í 1993 var umleið 25.000, og í 2000 vísti ein kanning, at talið var komið upp á 40.000. Í 2006 varð ferðafólkatalið mett at vera 47.000, men seinastu tvey árini er talið minkað 12-15 prosent.
Samanumtikið ber tó til at staðfesta, at ferðavinnan seinastu 15-20 árini hevur tikið seg fram, og á ferðavinnudeildini hjá Uttanríkisráðnum hevur stjórin, Súsanna Sørensen, góðar vónir um, at vinnan fer at menna seg uppaftur meira.
– Eg vænti, at ferðafólkatalið í Føroyum fer at vaksa. Vit skulu ikki vænta nakran brádligan vøkstur, men eru vit áhaldandi og miðvís í okkara marknaðarføring, fer tað í longdini at geva úrslit, sigur hon.
Ferðavinnan spjótoddur
Súsanna Sørensen hevur sum vera man lisið frágreiðingina hjá Simon Anholt fleiri ferðir, og hon heldur, at ferðavinnan kann brúka nógv av hugskotunum í frágreiðingini.
– Frágreiðingin snúði seg um kappingarsamleikan hjá Føroyum sum heild, men Anholt nevndi, at ferðavinnan eigur at vera spjótoddurin í marknaðarføringini, tí vit hava so serstaka náttúru, mentan og søgu. Hetta leggja vit longu dent á, sigur hon.
Frískleikin í føroysku náttúruni og ímyndin um óuppdagaða landið í skandinavisku familjuni verða eisini brúkt, tá ferðavinnudeildin ger vart við Føroyar.
– Vit gera vart við frískleikan myndaliga og tekstliga, og tá vit til dømis umrøða hotellini, vísa vit á, at tey hava skandinaviskan standard. Uttanlands vita fólk, at hetta merkir, at hotellini eru ljós og løtt og ikki tung við teppum á gólvinum sum tey bretsku, vísir Súsanna Sørensen á.
Stutt at fara allastaðni
Fólk í Føroyum hava upplivað føroysku náttúruna so ofta, at tey síggja ikki altíð, hvussu vøkur hon er. Men tað gera útlendsku ferðafólkini.
– Í veruleikanum eru vit í Føroyum sera tætt knýtt at náttúruni og okkara søguliga uppruna, men samstundis eru vit rættiliga modernað. Næstan øll eiga føroysk klæðir, og internetsamband er á hvørjum tanga. Hendan samanblandingin av gomlum og nýggjum hugtekur ferðafólk nógv, sigur Súsanna Sørensen.
Ferðafólk hava ofta á orði, sigur hon, at alt í Føroyum er so nær við. Býrt tú á Hotel Føroyum, kanst tú skoða út yvir heimsins minsta høvuðsstað, og fert tú til gongu haðani, ert tú skjótt í náttúruni. Koyrir tú so nakrar fáar minuttir í bili, kemur tú til onkra bygd, har fólk liva heilt øðrvísi enn í Havn.
Ferðavinnudeildin hjá Uttanríkisráðnum ger sær eisini dælt av, at stutt er at fara allastaðni í Føroyum at fáa øðrvísi upplivingar. Ein yvirskrift á føroyskari lýsingarherferð í Danmark herfyri var rætt og slætt TÆT PÅ, har víst varð á, hvussu nær alt er í Føroyum.
– Vit hava nógv at bjóða í Føroyum, ikki bara stórsligna náttúru, men eisini matstovur, náttarlív og list. Trupulleikin er kanska, at vit mugu brúka nógv orð fyri at siga, hvat vit hava at bjóða, tí onki einstakt ting eyðkennir okkum. Tá er lættari hjá til dømis íslendingum at tosa um heitar pottar, sigur Súsanna Sørensen.
Talentini skapa umrøðu
Ferðavinnudeildin hevur langt frá líka nógvar pengar at arbeiða við sum kappingarneytarnir í grannalondunum, og tí hevur ein tann týdningarmesti parturin av strategiini verið at bjóða útlendskum tíðindafólkum til Føroya at skriva um landið. Hetta hevur ofta borið ávøkst, eitt nú tá stór grein um Føroyar var í New York Times.
Tá føroyska fótbóltslandsliðið skuldi spæla ímóti Italia, brúkti ferðavinnudeildin hjá Uttanríkisráðnum eisini høvið at gera vart við Føroyar hjá italskum journalistum.
– Hetta eydnaðist sera væl, og vit fingu umrøðu í øllum teimum týdningarmestu ferðavinnubløðunum í Italia. Samstundis sum vit arbeiða á hendan hátt, bjóða vit sølufólkum til Føroya, so tey vita, hvat tey skulu selja, tá umrøðan skapar áhuga fyri Føroyum, sigur Súsanna Sørensen.
Høvuðsmarknaðirnir hjá Føroyum sum ferðavinnulandi eru Danmark, Bretland, Týskland og Italia. Ferðavinnudeildin hevur eisini eyguni eftir, hvat hendir á øðrum marknaðum, men ansar eftir ikki at gloypa um ov nógv lond, tí so kann boðskapurin gerast ov spjaddur.
– Ein tann besta reklaman fyri okkum eru tey føroysku talentini, sum gera vart við seg uttanlands. Nøvn sum Guðrun & Guðrun, Teitur og Gunnar Nielsen eru góðir ambassadørar fyri landið. Tað ger stóran mun, tá tílík fólk gera vart við seg, sigur stjórin á ferðavinnudeildini.
Hon ivast ikki í, at vitjanir sum tær hjá Bill Clinton, Al Gore, Elton John og Bryan Adams eisini skapa áhuga fyri Føroyum, ikki minst tí talan er um nøvn, sum øll kenna. Men tann besti ambassadørurin fyri Føroyar er eftir leitiskipanini hjá Google at døma føroyska fótbóltslandsliðið.
– Okkara kanningar vísa, at áhugin fyri Føroyum á Google økist heilt munandi, tá landsliðið spælir. Ongar hendingar skapa so stóran áhuga fyri Føroyum sum landsdystirnir, sigur Súsanna Sørensen.