Í dag letur upp framsýning í Norðurlandahúsinum við myndum hjá Lailu Olsen. Hon er fødd í Vesterfold í Noreg. Hon búði frá 1973 til 1997 á Als í Danmark. Í 1997 flutti hon til Nuuk í Grønlandi.
Laila Olsen er útbúgvin á Sønderjyllands Kunstakademi, umframt Holbæk Kunshøjskole. Hon hevur í mong ár arbeitt við myndum og skurðmyndum og hon undirvísir eisini í hesum.
Íblástur fær Laila einamest frá náttúrni, ljósinum og menniskjum. Hon hevur áður havt framsýningar á listasøvnum, skúlum, bókasøvnum, ráðhúsum og stovnum í Danmark. Seinast hevði hon framsýning á Landsbókasavninum í Nuuk og í grønlendska mentanarhúsinum, Katuaq.
Laila Olsen hevur framsýning í Føroyum til 4. juni 2000.