Nýtt live-album frá Nephew

Nýggja albummið er frá konsertini Nephew hildu á Roskilde festivalinum í ár. Gott nýtt til allar Nephew fjepparar, ið ikki náddu at síggja Nephew framføra á Roskilde ? ella sum kanska gjarna vilja hoyra tað ummaftur.

 

19 upptøkutól vóru í nýtslu tá Nephew 7. juli framførdi á Orange Scene. Burtur úr hesum er nú komin ein live- fløga og dvd.

 

Albummið eitur ?Roskilde 07.07.07? og verður eisini at fáa sum ?special edition? við nógvum eyka tilfari. Millum annað ein samrøða við orkestrið, ein fotobók og klipp frá konsertum teirra á Roskilde í 2000 og 2004.

Live albummið kemur út 5. november.