Eitt nýtt listaverk tekur í dag skap í mentanargøtuni Tórsgøtu í Havn. Tað er Heiðríkur á Heygum, ið hevur fingið til uppgávu frá kommununi at mála listaverkið.
Listamaðurin málar sítt verk á ein nýggjan vegg, ið er settur upp millum Reinsaríið, Perluna og Miðlahúsið.
Myndamaðurin hjá Miðlahúsinum, Álvur Haraldsen, hevur fylgt við gjøgnum dagin meðan listaverkið hevur tikið skap.

Nýtt listaverk av Heiðriki

