Felagið, sum eitur Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, kemur í staðin fyri tey trý feløgini Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag, Tvøroyrar Sosialdemokratiska Felag og Hvalbiar Javnaðarfelag og er fyri bygdirnar Fámjin, Tvøroyri, Hvalba og Sandvík.
Fundurin, sum var sera fjølmentur, samtykti nýggja felagslóg og valdi nevnd fyri nýggja felagið, sum eisini avloysir tey trý gomlu feløgini sum limur í Føroya Javnaðarflokki.
Í nevndini sita:
Ketty Andreasen, Tvøroyri formaður
Ruth Midjord, Hvalba næstformaður
Solveig Bærendsen, Trongisvágur kassameistari
Martin S Eidesgaard, Tvøroyri skrivari
Pauli Einarsson, Trongisvágur
Elisabeth Matras Olsen Tvøroyri
Manne Næs Hvalba
Felagið hevur boðað til fyrsta uppstillingarfund til løgtingsvalið komandi sunnudag, sigur Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag.