Gistingarhús hevur verið í Ørðvavík í nógv ár, men tað hevur ligið stilt síðan 2012, tá eldur varð ásettur á Hotell Ørðavík. Men nú er vent í holuni, og gamla gistingarhúsið er klárt at taka ímóti nýggjum gestum aftur.
Nýggi eigarin er Arnbjørn í Smiðjuni, sum keypti bygningin í desember í fjør. Hann hevur gjørt umvælingar, og har sær út sum nýtt, men okkurt er tað sama, sum tað plagdi at vera.
Gistingarhúsið hevur fingið navnið "Gist". Verkætlanin er komin í helvt, og sum nú er, eru 8 kømur liðug, sum eru klár at taka ímóti gestum.
- Tá alt verður liðugt, vera 16 kømur, og hvørt kamar hevur brúsu og vesi. 10 av teimum vera einkult- ella dupultkømur, og hini seks kømrini vera familjukømur við dupultsong og koyggjum, greiðir Arnbjørn í Smiðjuni frá og leggur aftrat, at liggikapastiteturin verður 44.
Løtan var tann rætta
Arbjørn í Smiðjuni sær møguleikar í ferðavinnuni og helt tað vera upplagt at keypa gamla Hotell Ørðavík.
- Eg helt, at løtan var tann rætta, tí alsamt fleiri ferðafólk koma hendan vegin. Tað lá í kortunum, at mann skuldi royna at fáa fleiri ferðafólk til Suðuroynna, og eg rokni við, at fleiri koma suður at ferðast, tí nú eru fleiri sengur, sigur hann.
Ætlanirnar eru nógvar í Ørðavík.
- Tankin er, at umhvørivð rundan um skal vera hugaligt og barnavinarligt. Har rennur ein á, og tað er friðarligt og pent. Vit fara at gera eitt minni spælipláss og terassur, og so verða har eisini gassgrill, hitapottar, benkur og hitavarmarar.
##med2##
##med3##













