Jólaútgávan av Ð er nú komið á handilshillarnar í Føroyum. Hesa ferð hava teir á Ð eina samrøðu við Høgna Hoydal og Pipar & Salt menninar.
Jólatema og Biltema er eisini á skránni saman við massar av Hollywood-stjørnum. Og so er sjálvandi eisini talan um nógvar myndir. Hesa ferð eru tað tvíburasystrarnar Maria & Kristina, sum prýða forsíðuna á blaðnum.
Ð er hesa ferð 60 síður til støddar. Blaðið fæst í sølubúðum kring landið og kostar 49,95.










