Nýtt frá Metallica

Um stuttað tíð kemur nýggj útgáva við Metallica, hin fyrsta í átta ár.

Amerikanski bókurin Metallica, har danski Lars Ulrich situr aftanfyri trummurnar, kemur um stutta tíð við nýggjari studioútgávu, ið er hin fyrsta í átta ár.

Sostatt er nýtt tilfar væntandi frá Metallica.

Teirra síðsta studioútgáva, Death Magnetic, kom út í 2008.

Bólkurin Metallica er stovnaður í 1981 í Los Angeles, og telist millum heimsins rockbólkar, ið hava havt mesta undanvindin, og útgávur teirra eru seldar í millióna eintøkum.