Savnið hevur verið ávegis síðan 2003, har Berint uppi í Gerði (1885-1975), sonurin Símun Rasmussen (1933-2005) og Tríggir Kingomenn sungu í fleiri umførum í kirkjunum í Sjóvar sókn. Tiltakið varð sera væl móttikið, men hóast gomlu sálmaløgini vóru úr sóknini, hevði eingin av teimum, sum sangararnir tosaðu við aftaná, hoyrt tey fyrr.
Hetta fekk teir tríggjar kingomenninir at geva serstøku vísukendu løgini út á fløgu. Við hesum vóna teir, at fløgan kann geva onkrum íblástur at nýta okkara fjølbroyttu siðbundnu songløg í egnum tónleikaligum virksemi.
Við teimum fýra fløgunum fylgir tekst- og nótahefti á 40 blaðsíður.
Fløgurnar fáast til keyps í 3´aranum.
Meir fæst at vita á www.123hjemmeside.dk/kingomenn, har fløgan eisini kann bíleggjast.








