Nýtt ferðavinnufelag sett á stovn í Æðuvík

Sjey nýggj partafeløg eru skrásett í vinnuskránni seinastu vikuna, sambært Business Line. Harímillum er eitt nýtt felag við heimstaði í Æðuvík, ið millum annað skal fáast við ferðavinnu.

Tað er Harriet Olafsdóttir av Gørðum, ið hevur stovnað felagið, hvørs endamál sambært Business Line er at reka vinnu innan ferðavinnu, fyrilestrar, myndatøku, marknaðarføring, verkstovur og handil. Herundir framleiðslu, sølu, list, design og annað virksemi í hesum sambandi.

Eisini stendur felagið fyri heimblídni, tiltøkum og Bed and Breakfast í samband við ferðavinnu- herundir eisini egna matframleiðslu.

Sambært bl.fo eru bæði John Sofus Petursson av Gørðum og Harriet Olafsdóttir av Gørðum stjórar í felagnum.

Allar broytingarnar í vinnuskránni kunnu síggjast við at trýsta á her